Uttanlands

Ákærumyndugleikin kært revsingina hjá Høiby

Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuna fekk herfyri fýra ára fongsul fyri m.a. tvær neyðtøkur, hóast ákærumyndugleikin kravdi yvir sjey ára fongsul

Marius Borg Høiby (Mynd: Heiko Junge/Reuters/Ritzau Scanpix)

Marius Borg Høiby (Mynd: Heiko Junge/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-06-27 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ákærumyndugleikin í Noregi hevur kært dómin hjá Marius Borg Høiby, sonur norsku krúnprinsessuni Mette-Marit.

Høiby varð í rættinum í Oslo 15. juni dømdur fýra ára fongsulsrevsing, eftir at hann varð funnin sekur í m.a. tveimum neyðtøkum og harðskapi móti einari fyrrverandi unnustu. Hann bleiv tó fríkendur fyri tvær aðrar neyðtøkur.

Ákærumyndugleikin kravdi sjey ár og sjey mánaða fongsulsrevsing, um Høiby varð funnin sekur í øllum 40 ákærum.

Sonur norsku krúnprinsessuna hevur eisini sjálvur kært dómin. Hann vil fríkennast fyri neyðtøku og harðskap í nærsambandi.

Ákærumyndugleikin hevur latið inn eina sonevnda mótkæru, har heitt verður á norska landsrættin um at endurskoða revsingina, skrivar Ritzau.

Marius Borg Høiby situr í varðhaldi. Hann hevur fleiri ferðir biðið um at sleppa úr varðhaldinum, so hann kann vera saman við mammu síni, sum herfyri fekk eina lungnatransplantasjón. Hesar umbønir hevur rætturin tó avvíst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder