Mentan

Ákærur, sex á Facebook og føroysk frumsýning

Spennandi sýningar hjá Filmsfelagnum í næstum

Roman Polanski

Roman Polanski

2020-03-10 08:32 Author image
Innsent
placeholder

Ákærur, sex á Facebook og føroysk frumsýning. Hetta eru nøkur av evnunum, sum verða tikin fram í teim nýggju arthouse filmunum, sum Filmsfelagið fer at vísa komandi mikudagarnar.

Fyrstur fyri er danski terrorfilmurin “Krudttønden”, ið er spælifilmur um álopið á matstovuna og jødisku synagoguna í Keypmannahavn fyri fimm árum síðan. So bleiktrar ein franskur filmur á løriftinum um parlagið, sum er komið í kreppu, men finnur loysnina við at spæla seg aftur til “La Belle Époque”, tá alt var gott.

Síðan er føroysk double-bill við tveimum sýningum sama kvøld fyri somu bilett – frumsýning av “Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs og endursýning við Geytavinnaranum í ár, “Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal.

Spildurnýggi norski filmurin “Barn” er næstur. Hann fær sum eingin annar bestu ummæli og virðislønir víðahvar, millum annað svensku Dragon Award, ið er heimsins størsta filmsvirðisløn máld í pengum. “Barn” verður vístur 1. apríl, tá fleiri fara at leingjast eftir James Bond, sum er útsettur til november.

Tí verður eisini gott at síggja fronsku erotisku Facebook-søguna, “Forført”, har Juliette Binoche tráeltir og forførir ungar menn og sjálv verður fangað í sama leiki.

Seinasti franski filmur í hesi røð er um søgunnar allar kendastu ákæru, “J'accuse”, har hin í okkara tíð mest umrøddi og harðast ákærdi filmsleikstjóri, Roman Polanski, hevur tikið á seg at lýsa klassisku søguna um Dreyfus, sum, tá alt kemur til alt, er ákærdur av órætti og púra uttan grund.

Hví ger aldrandi Polanski henda film í dag? Er tað fyri at bera í bøtuflaka fyri nakað skeivt, hann veit at hann gjørdi, ella er tað fyri fullkomuliga at reinsa seg fyri eitt neyðtøkumál frá 1977?

Polanski-filmurin ”J’accuse” vann fleiri Césarvirðislønir í farnu viku, og fekk kvinnuligar leikstjórar og leikarar at rýma frá handanini í øðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder