Júst nú eru sjey samdøgur til valhølini kring landið lata upp, og føroyingar skulu velja hvør skal umboða okkum í løgtinginum næstu fýra árini.
Tí klokkan 10 næsta leygardag, 31. august, lata valhølini upp, og lata aftur klokkan 20 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Síðani verða atkvøðurnar taldar, og fram móti midnátt er helst greitt hvør vinnur og hvør fer at tapa valið.
Veljarakanningar hava higartil peikað á, at núverandi andstøða fer at fáa eitt gott val. Men enn kann nógv broytast. Síggj feskastu veljarakanningina her.
179 valevni bjóða seg fram til valið. 121 av teimum eru menn og 58 kvinnur. Tjóðveldi hevur størsta valevnislistan við 34 valevnum á. Síggj valevnislistan við mynd av øllum valevnunum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald