Innanlands

Aksel: Har liggur ongin ógoldin rokning í Tinganesi

Tykist vera undanførslur frá Fólkaflokkinum, sum ikki klárar at halda síni lyfti

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-17 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg kannvissa um, at tað lingur ongin ógoldin rokning í Tinganesi.

Soleiðis sigur Aksel V. Johannessen, sum fór frá sum løgmaður í gjár í lesarabrævi hann hevur skrivað sum aftursvar til seinastu útmeldingarnar frá nýggja landsstýrinum, og serliga formanni Fólkafloksins, nýggja fíggjarmálaráðharranum, Jørgen Niclasen.

Aksel V. Johannesen heldur tað hinvegin vera ein undanførsla frá Fólkaflokkinum, sum ”ongan livandi kjans at halda øll tey garrvillu vallyftini, sum vórðu givin áðrenn valið”.

- Veljarin er lumpaður, og undanfarna samgonga fær skuldina, leggur formaður Javnaðarfloksins afturat.

- Nýggja samgongan gevur fólki eina fatan av, at har er ein skuffa úti í Tinganesi full av óupplatnum brævbjálvum, sum nú forðar samgonguni í at fara til verka. Hetta er ikki rætt. Har er ongin ógoldin rokning í Tinganesi. Hetta er vánalig undanførsla.

- Tey, sum nú sita í samgongu vita væl, at tað er ongin kjansur at halda øll tey garrvillu vallyftini, sum Fólkaflokkurin lat veljarunum. Lyftini vóru ikki fíggjað, og hetta vistu bæði Jørgen, Jenis og Bárður líka væl áðrenn valið sum nú, skrivar fyrrverandi løgmaður millum annað.

Les lesarin.fo: Ongin ógoldin rokning í Tinganesi 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder