Innanlands

Aksel hevur takið á sitandi løgmanni

Nógv flest veljarar ynskja javnaðarformannin aftur í løgmanssessin, vísir veljarakanningin sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen

2022-06-20 09:38 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Hóast løgmaður hevur verið heilt nógv frammi í miðlunum hesa seinastu tíðina, og tað – nærum – einki hevur verið at sæð til formannin í Javnaðarflokkinum í almenna rúminum, so hevur Aksel V. Johannesen so væl og virðiliga takið á Bárði á Steig Nielsen í spurninginum um hvønn føroyingar ynskja til løgmann.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti týsdagin vórðu tey 500 veljararnir eisini spurdir um, hvønn tey ynsktu til løgmann um val var í dag.

39 prosent svaraðu Aksel V. Johannesen og knapt 20 prosent svaraðu Bárður á Steig Nielsen.

Harvið kann enn einaferð staðfestast, at formaður Sambandsfloksins í løtuni ikki fær gagn av nakrari løgmanseffekt í so máta. Men tað skal eisini sigast, at tað er ikki fólkið, ið veður løgmann. Tað er meirilutin í løgtinginum.

Les meira og síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder