Innanlands

Aksel og Anna útlærd skrivstovufólk innan almenna fyrisiting

Tey hava seinastu tvey árini lært hjá Tórshavnar kommunu - á Snarskivuni, Fíggjardeildini og KT-deildini - og í gjár var móttøka fyri teimum

Anna Mohr úr Tórshavn og Aksel Bjartalíð Danielsen úr Klaksvík fingu prógv í gjár (Mynd: torshavn.fo)

Anna Mohr úr Tórshavn og Aksel Bjartalíð Danielsen úr Klaksvík fingu prógv í gjár (Mynd: torshavn.fo)

2022-06-08 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tit hava lært á Føroya størsta arbeiðsplássi og eru lærd upp av starvsfólkum við umfatandi servitan á økinum. Tit hava fingið eina holla barlast við einari breiðari vitan innan almenna fyrisiting, sum ger tykkum før fyri at starvast innan skrivstovuyrki í øllum tí almenna geiranum í Føroyum.

Soleiðis segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, millum annað við Aksel Bjartalíð Danielsen og Onnu Mohr, tá móttøka og próvhandan var fyri nýggjastu útlærdu skrivstovunæmingunum hjá Tórshavnar kommunu í Býráðssalinum í gjár.

Tey byrjaðu sína lærutíð 1. mai 2020 - ein mánaða seinkað orsakað av koronu - og koronustøðan hevur ávirkað lærutíðina nakað

- Hetta hevur verið ein serlig tíð, har nógv hevur verið øðrvísi og sum hevur lagt stórt trýst á alt arbeiðsplássið Tórshavnar kommuna. Men hesar seinastu mánaðarnar eru vit komin aftur til vanligar gerandisdagar - og gott at tit eisini hava upplivað tað. Tit hava bæði tvey verið røsk og hava lært skjótt. 

[object Object]

[object Object]
Myndir: torshavn.fo

Aksel B. Danielsen og Anna Mohr hava lært á trimum ymiskum støðum. Á Snarskivuni, har tey hava lært at arbeiða við journalføring – 360, fólkayvirliti, barnaansingarskipan, Vaglinum, torshavn.fo, telefonmóttøku og umstilling, borgaramóttøku, grundstykkjaumsiting og at svara fyrispurningum frá borgarum. Síðani á Fíggjardeildini, har tey arbeiddu við bókahaldsuppgávum generelt -kreditorar, debitorar, høvuðsbókhald og við projektuppgávum og eisini á Starvsfólkadeildini, har tey hava arbeitt við lønarskipanin sum heild, vaktplan, e-løn, lønargreiðslu og lønarkunning, samskifti við leiðarar og starvsfólk um lønarumsiting, Totalview og øðrum uppgávum innan starvsfólkaumsiting.

Aksel Bjartalíð Danielsen er úr Klaksvík, og Anna Mohr er úr Tórshavn. Borgarstjórin ynskti at enda teimum alt tað besta og blíðan byr í framtíðini.

Kelda: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder