
Nú skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, greiða frá, hvussu tað letur seg gera at seta fleiri fólk í starv í landsstýrinum og landsfyrisitingini uttan at tað kostar meira enn áður.
Tað er Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum hevur sett løgmanni ein grein 52 fyrispurning um málið.
Løgmaður verður biðin um at upplýsa og útgreina hvussu stórur meirkostnaðurin verður av teimum broytingum nýggja samgongan og landsstýrið hava samtykt at gera, m.a. við at hækka talið av landsstýrisfólkum við tveimum - úr sjey upp í níggju.
Í útgreiningini verður hugsað um økta lønarkostnaðin av tveimum nýggjum landsstýrisfólkum, møguligum nýggjum aðalstjórum, øðrum eyka starvsfólkum í nýggjum og verandi ráðum, kostnaðin av nýggjum og/ella dagførdum hølum v.m.
- Í nýliga endaða valstríðnum og í kjakinum, sum verið hevur í og um samgongusamráðingarnar, hevur eitt av høvuðsevninum, fyri ikki at siga lyftunum, verið, at "nú skal skil fáast á fíggjarliga oyðslinum", nú skal sparast. Serliga hava tað verið fólk í verandi samgongu, sum hava gingið á odda í retorikki og lyftum, skrivar Jenis av Rana í viðmerkingunum.
- Trupult er at síggja annað, enn at ein stór andsøgn er millum orð og gerðir. Hesin spurningur verður tí settur, so at løgtingslimir og vanligir føroyingar kunnu fáa greiði á hvussu hetta, at seta fleiri í starv uttan kostnað, letur seg gera, skrivar tingmaðurin.
Grein 52 fyrispurningar skulu svarast innan 10 yrkadagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald