
Aksel hevur vunnið seg framum aftur Bárð, men tað er framvegis bróðursonurin í Fólkaflokkurin, sum hevur leiðsluna.
Vit tosa um, hvønn av sitandi floksforfólkum, veljararnir í Føroyum helst vilja hava til løgmann eftir komandi løgtingsval.
Tá spyr.fo í farnu viku gjørdi veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin, spurdu vit eisini, hvønn veljararnir helst vilja hava skal vera løgmaður eftir komandi løgtingsval.
Eins og seinast, eru tað nógv flest, 28,9 prosent, sum peika unga formannin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen. Men 28,9 prosent er nakað minni enn til undanfarnu veljarakanning, sum varð gjørd fyrst í desember. Tá vóru tað 30,2 prosent, sum peikaðu á Beinir Johannesen.
Hinvegin, so gongur tað eitt sindur framá hjá pápabeiggjanum, sitandi løgmanni og formanni í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen.
Undirtøkan fyri sitandi løgmann at halda fram í sessinum náddi eitt lágpunkt í seinastu veljarakanning, tá tað einans vóru 20,5 prosent, sum peikaðu á hann. Nú eru tey 22,5 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald