Innanlands

Akstovan: 436 mál latin løgregluni

Hósdagin fingu politistøðir kring landið 436 mál um vegskattaeftirstøður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-31 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri hundrað akfør kunnu enda við at missa nummarplátuna.

Hósdagin fingu politistøðir kring landið nevniliga tilsamans 436 mál um vegskattaeftirstøður til at taka nummarpláturnar av akførum, sum enn ikki høvdu goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2021.

Tað upplýsir Akstovan á heimasíðuni.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur løgreglan nummarpláturnar av akfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder