Tað er av stórum týdningi, at sýnini av akførum eru eins um landið. Akstovan hevur tikið avgerð um, at sýnini av akførum yvir 3.500 kg frameftir verða savnað á hesum fýra støðum í landinum: Saltangará, Tvøroyri, Sørvági og Tórshavn.
Hetta hevur við sær, at frá 27. februar í ár verða sýn av stórum akførum ikki longur gjørd á Sandi og í Klaksvík.
Akfør í Sandoynni og Norðoyggjum verða frameftir sýnað í ávikavist Tórshavn og Saltangará.
Krøv til tólini
Broytingin er partur av eini tilgongd, har Akstovan miðvíst arbeiðir við at tryggja, at sýnini eru eins á øllum sýnsstøðum. At sýna stór akfør krevur serligan kanningarútbúnað, sum árliga skal góðkennast av tøkniligum eftirlitismyndugleikum.
Í Saltangará, Tvøroyri, Sørvági og í Havn er góðkendur kanningarútbúnaður til stór akfør.
Tvær ferðir um vikuna
Akfør yvir 3.500 kg skulu til lógarkravt sýn eina ferð um árið. Í Tórshavn eru hesi sýn 2 ferðir um vikuna – týsdag og fríggjadag. Í Saltangará hava sýn verið eina ferð um vikuna, men nú akførini í Norðoyggjum koma upp í hópin, verða sýnini við tíðini víðkað til 2 ferðir um vikuna, eisini týsdag og fríggjadag.
Broytingarnar fevna bert um akfør yvir 3.500 kg, tað vil siga lastbilar, bussar og leguakfør (trailarar). Onnur akfør, eitt nú persónbilar, verða framhaldandi sýnað á Sandi og í Klaksvík.
Broytingin hevur ikki við sær uppsagnir av starvsfólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald