- Niðri á Vaglinum hanga tvær plakatir. Onnur er lítil og heimagjørd, meðan hin er stór og prentað á einari prentsmiðju. Hesar báðar plakatirnar vísa betur enn nakað annað, hvussu ymisk valevni kunnu vera. Tær vísa munin á aktivistinum og advokatinum.
(Christian Andreasen)
Soleiðis verður munurin millum Hervør Pálsdóttir, ið stillar upp fyri Tjóðveldi, og Fólkafloks-valevni, Christan Andreasen lýstir
- Hon eri vinstrahall, hann høgrahallur.
Hon hevur ongar pengar at føra valstríð fyri, hann hevur nógvar.
Hon eri ung kvinna, hann tilkomin maður
- Felags fyri tey bæði er tó, at tey á fyrsta sinni royna at verða vald á løgting. Tí hevur Hervør bjóða Christian av í einum kjaki um tær avbjóðingar, vit hava sum samfelag.
Soleiðis lýsir Tjóðveldi tað á Facebook-síðuni hjá tiltakinum.
Hetta byrjaði við, at Hervør vísti á hendan munin á sínari valsíðu í gjárkvøldið. Christian Andreasen hevur eftir øllum at døma tikið av, tí at Tjóveldi boðar í dag frá, at kjak millum Hervør og Christian verður í Tjóðveldishølinum í gamla Radiohandilinum sunnukvøldið kl 19:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald