Raðfestingin skal økja serlæknorkuna og styrkja støðufestið í vaktarviðurskiftunum. Hetta hevur týdning á einum øki, har bráðstøður kunnu taka seg upp, eitt nú í sambandi við føðingar og keisaraskurðir.
– Bæði barnsburðarøkið og narkosuøkið eru týdningarmikil og viðbrekin øki, har ein vælvirkandi bráðtilbúgving hevur stóran týdning. Við hesi raðfestingini styrkja vit serlæknorkuna og geva Landssjúkrahúsinum betri møguleikar at tryggja støðufesti í vaktarviðurskiftunum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Landssjúkrahúsið hevur víst á, at økið er tunt mannað við serlæknum, og at vaktarbyrðan tí kann vera stór. Fleiri serlæknatímar kunnu minka um vaktarbyrðuna og geva betri framhald í arbeiðinum á økinum.
Raðfestingin verður sett í verk í 2027.
Heilsu- og orkumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald