Uttanlands

Al-Shifa sjúkrahúsið nú smildrað

Ísraelsku herdeildirnar hava nú tikið seg úr aftur sjúkrahúsøkinum eftir at hava framt hernaðarligar atgerðir har í tvær vikur

(Skíggjamynd: BBC)

(Skíggjamynd: BBC)

2024-04-01 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr í dag boðaðu ísraelsku hernaðarmyndugleikarnir frá, at tey høvdu tikið seg út úr al-Shifa sjúkrahúsinum, sum fyrr var eitt av størstu sjúkrahúsunum í Gaza.

Í tvær vikur hevur ísraelski herurin, IDF, gjøgnumført hernaðarligar “atgerðir” á sjúkhrahúsøkinum har fleiri palestinskir menn eru dripnir og hald er lagt á vápn. Herurin hevur upplýst, at um 200 vápnaðir palestinensar eru dripnir í bardøgum, og um hundrað eru tiknir til fanga.

Bygningarnir á sjúkrahúsøkinum eru nú so illa farnir, at teir ikki longur kunnu brúkast til endamálið. Ísrael sigur, at longu áðrenn henda atsóknin byrjaði, var sjúkrahúsið óbrúkiligt sjúkrahús.

Tedros Adhanom Ghebreyesus, ovasti fyri ST-heilsustovnin WHO, segði sambært BBC í gjár, at síðan ísraelska átakið byrjaði, hava 21 sjúklingar á sjúkrahúsinum

Ísrael hevur fyrr skuldsett yvirgangsfelagsskapin Hamas fyri at hava eina høvuðsstøð undir al-Shifasjúkrahúsinum. Hesum hevur allatíðina Hamas sýtt fyri fyri.

Ísraelski herurin hevur fyrr gjørt atsóknir móti sjúkrahúsinum, og hevur møtt ógvuslig mótmæli móti hesum. Sambært krígslógum er tað bannað at leypa á sjúkrahús, men tað kann vera lógligt í serligum førum, har sjúkrahús verða brúkt í sambandi við hernaðarligar atsóknir, skrivar dr.dk.

BBC skrivar frá palestinsku heilsumyndugleikunum, at síðan kríggið byrjaði hava 32.700 palestinar latið lív og umleið 75.000 eru løstað. Upplýst verður, at umleið 70 prosent av teimum deyðu eru kvinnur og børn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder