Ein mynd av einum druknaðum manni og tvey áragomlu dóttur hansara, er samrøðuevnið kring alt USA í dag.
Myndin varð tikin við áarbakkan til Rio Grande, meksikomegin mánadagin. Og hon er nú ímyndin um amerikanska dreymin, sum ikki er galdandi fyri øll.
25 ára gamli Alberto Martinez úr El Salvador og tvey ára gamla dóttirin Angie Valeria royndi at svimja yvir um ánna, sum er mark millum Meksiko og USA. Hann hevur tikið líttlu dóttur sína inn undir t-troyggju sína, tí tá tey vórðu funnin druknað, lá hon inni undir troyggjuni hjá pápanum.
Í longri tíð hava mannarættindafelagsskapir ávarað ímóti, at talið av deyðum fólkum fram við markið til USA fer at økjast orsaka av, at Donald Trump og stjórn hansara hava gjørt tað alsamt truplari at fáa loyvi at sleppa inn ílandið, skrivar AP.
Líkini av Alberto Martinez og Angie Valeria vórðu funnin nærhendis býin Matamoros eftir at tey sunnudagin gjørdu eina roynd at svimja yvir um ánna, sum er markið móti USA.
Myndin, ið er tikin av journalistinum Lulia Le Duc, minnir ikki sørt um eina aðra mynd, sum gjørdist ímyndin av flóttafólkastreyminum úr Afrika móti Evropa fyri nøkrum árum síðani, nevniliga av trý ára gamla Alan Kurdi, sum lá lívleysur á eini strond nærhendis turkiska býin Bodrum.
Alan Kurdi druknaði í royndini at sleppa úr Turkalandi til griksku oynna Kos. Báturin, sum hann og familjan var í, sakk. Mamman og stóribeiggin druknaðu eisini, bara pápin yvirlivdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald