Mentan

Aldargamla violinin hjá Nólsoyar Pálli tónar aftur

Verður millum annað at hoyra í nýggjum húsum Nólsoyar Páls í Klaksvík sunnudagin

Helst hevur Nólsoyar Páll spælt upp á hesa violinina

Helst hevur Nólsoyar Páll spælt upp á hesa violinina

2020-06-24 13:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá bólkurin Svabonio hóskvøldið heldur Summartónakonsert í Nólsoy, verður møguleiki at hoyra tónar frá eini aldargamlari violin, sum Nólsoyar Páll hevði við til Føroyar í síni tíð.

Violinin hevur í eina tíð verið í varðveitslu á Tjóðsavninum, men í sambandi við tríggjar konsertir hjá bólkinum Svabonio, er violinin ”leyslatin” at brúka til tónleikaframførslur.

Tað er Johan Mortensen, sum hevur tikið stig til at fáa til vega violinina, sum Angelika Hansen fer at spæla uppá, tá Svabonio fer at framføra nøkur gomul verk, sum stava úr nógabókini hjá Svabo.

Partur av innbúgvinum í Mortensen-familjuni
Johan Mortensen greiðir frá, at violinin hevur verið ein partur av innbúgvinum hjá Mortensen-familjuni á Tvøroyri. Tað var bróðursonur Nólsoyar Pálls, hin navnfræmi Nólsoyar Jógvan, sum hevði violinina við til Tvøroyrar.

Ongin ivi er tó um, at Nólsoyar Páll eisini hevur spælt upp á hesa violinina, heldur Johan Mortensen.

Omma Jóhans, Cathrina Mortensen, kallað Tina, var langabbadóttir Nólsoyar Jógvan. Tina spældi nógv upp á hesa violinina, gekk millum annað at læra at spæla hjá Bakar Hansen í Havn.

Børnini hjá Tinu, Elin og Axel Mortensen lótu fyri fleiri árum síðani Tjóðsavninum violinina til varðveitslu fyri at tryggja hana, so at hon varð goymd eftir øllum forskriftum.

Á slóð Nólsoyar Páls
Í sambandi við at violinin nú skal brúkast til Summartónar, hevur Jens Chr. Guttesen hugt at henni, og gjørt onkrar smávegis umvælingar, so hon kann brúkast.

Fyrsta konsertin hjá Svabonio í røðini ”Á slóð Nólsoyar Pálls” verður í húsunum ”hjá Sonnu Mariu” í Nólsoy hóskvøldið. Hetta eru grannahúsini har Nólsoyar Páll varð føddur.

Tey, ið manna Svabonio, eru Angelika Hansen á violin, Fiona Parker á horn, Daniel Rye á klarinett og Ólavur Jakobsen á gittara. 

Umframt at spæla løg úr nótabók Svabos, sum Daniel Rye hevur lagt til rættis, fara tónleikararnir eisini at spæla verk eftir Beethoven og Mozart.

Konsertin verður aftur í Havnar kirkju leygardagin og so kann sigast at henda sjáldsama violinin "kemur heim" tá hon verður brúkt til triðju konsertina hjá Svabonio, sum verður í Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík sunnudagin.

Johan Mortensen, hvørs ætt hevur átt violinina frá Nólsoyar Pálli, fegnast um, at ljóðførið nú loksins aftur sleppur at ljóma við tónleiki hjá Svabo.

- Nólsoyar Páll og Svabo kendust, og hava helst spælt saman - kanska hava fyrstu strofurnar av Fuglakvæðinum verið spældar upp á hesa violinina, sigur Johan Mortensen, sum heldur at slík søgulig ljóðføri eiga at verða nýtt heldur enn at verða goymd á einum savni, um tey annars eru egnað at verða spæld uppá.

- Tað verður í øllum førum sera spennandi tá henda violinin fer at ljóma á Summartónum á garði Nólsoyar Páls í Klaksvík sunnudagin, sigur Johan Mortensen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder