Mikukvøldið 7. juli verður portrettkonsert í Hátún á Tórshavnar musikkskúla á Landavegnum, har Aldubátan framførir verk eftir Tróndi Bogasyni.
Upprunaliga ætlanin var at hava konsertina klokkan 20, men vegna EM-hálvfinaluna millum Ongland og Danmark er konsertin framskundað til klokkan 18, skrivar Aldubáran í tíðindaskrivi.
Áðrenn konsertina prátar Urd Johannesen við tónaskaldið. Hetta verður klokkan 17.30.
Sama konsert verður endurtikin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 8. juli klokkan 20.
Atgongumerki fæst á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald