Mentan

Aldubáran og Jákup Lützen við nýggjari Sunleif-útgávu

Útgávukonsert verður í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 1. mars

2020-02-26 09:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 1. mars 2020 kemur nýggj tónleikaútgáva á marknaðin. Tað er fløga við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Fløgan eitur ”Andalag”. Tað er tónleikabólkurin Aldubáran, ið framførir tónleikin. Solistur á fløguni er Jákup Lützen, ið leikar á viola.

Útgávan verður løgd fram á konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sunnudagin 1. mars kl. 15. Konsertin, og móttøkan eftir konsertina, er ókeypis.

Jákup Højgaard Lützen (f. 1988) er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til viola. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar musikkskúla, og var Jákup ein av teim fyrstu, ið byrjaði á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005.

Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017.

Jákup var frá 2013 til 2015 limur í Gustav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu konsertsalunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri. Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil.

Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni Andalag, og á konsertini sunnudagin 1. mars, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017. Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvartettir, Andalag nr. 5 og 7, eftir Sunleif Rasmussen.

Konsertin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er móttøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir.

Aldubáran: Andrea Heindriksdóttir (floyta), Anna Klett (klarinett), Britta Cortabarria (fagott), Páll Sólstein (horn), Bernhardur Wilkinson (dirigentur) og Jákup Lützen (viola). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder