Innanlands

Aldursmarkið flutt fyri tey í vandabólki

Fólk í aldrinum 45 – 54 ár, sum eru í vandabólki kunnu nú bóka tíð til koppseting – Í dag koma 6.500 skamtar av koppinagarevni til Føroya, og sama nøgdin kemur eftir ætlan um tvær vikur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-05 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú kunnu fólk í aldrinum 45-54 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting, og í morgin kunnu øll, sum eru 45 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo, boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi.

Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bóka tíð til koppseting. Reglan er, at fyrsta dagin latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa tey í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð - tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes, og so framvegis. Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Í dag kemur sending við fleiri enn 6.500 skamtum av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, og væntandi kemur sama nøgd aftur um tvær vikur, skrivar Sjúkrahúsverkið. Hetta er tó ikki endaliga váttað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder