2024-06-20 09:40
Í gjár varð skipað fyri einum átaki, har botnurin út fyri Kósabryggjuni í Klaksvík bleiv ruddaður.
Serligur dentur varð lagdur, á at fáa gomul fríholt upp av botni. Hesi kunnu vera til stóran ampa fyri skip, um tey seta seg um t.d. skrúvuna á skipum.
Á myndini síggja vit úrslitið av kavingini, á dekkinum á Brimli. Áleið 40 stór fríholt vórðu fingin upp og burturbeind.
Átakið varð avgreitt í góðum samstarvi millum Klaksvíkar havn, Brimil (Vørn), Norðoya Bjargingarfelag, Diving2000 (Odense) og kavaraskúlan Farodive í Klaksvík.
(Mynd: Farodive)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald