Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, ið hevur verið innlagdur á einum sjúkrahúsi í Berlin síðan hann varð eitraður við nervaeitri, er nú útskrivaður.
Tað sigur Charité sjúkrahúsið í eini fráboðan.
Navalnyj varð fyri 32 døgum síðani fluttur úr Sibiria til týska høvuðsstaðin. Í 24 dagar var hann lagdur inn á intensivdeildini á Charite sjúkrahúsinum.
Týskland hevur biðið Russland um eina frágreiðing um tað, ið líkist eini drápsroynd, sum er bíløgd ovarlaga í russisku umsitingini.
Navalnyj er kendur sum ein, ið hevur talað at mótvegis Vladimir Putin, forseta, og rotinskapi í Russlandi.
Týsku læknarnir hava sagt, at Navalnyj helst fer at koma seg aftur uttan mein. Læknarnir í Týsklandi verða stuðlaðir av starvsfeløgum í Svøríki og Fraklandi, sum eru komnir til somu niðurstøðu, at Navalnyj varð eitraður av sera vandamikla eitrinum Novitsjok.
- Støðan hjá sjúklinginum er nú so góð, at hann ikki longur hevur tørv á bráðhjálp, og kann tí skrivast út, skrivar sjúkrahúsið.
Tað var undir eini flogferð úr býnum Tomsk í Sibiria 20. august, at Navalnyj fekk ógvusliga pínu. Flogfarið mátti seta seg í Omsk, har russiskir læknar løgdu Navalnyj í tilætlað koma. Familjan kravdi, at hann varð fluttur til Týsklands.
Á Instagram takkar Navalnyj konu síni fyri at hann kom seg aftur:
- Julia, tú hevur bjartað mær, skrivar hann.
Novitsjok er nervaeitur, sum russiski herurin menti undir kalda krígnum. Tað varð brúkt móti fyrrverandi russiska njósnaranum Sergej Skripal og dóttir hansara Julia í enska býnum Salisbury í 2018. Bretska løgreglan hevur eyðmerkt teir báðar russarnar, sum framdu álopið.
Skripal og dóttirin komu frá álopinum á lívi. Ein maður og ein kvinna funnu funnu eina fløsku í Salisbury, sum varð tveitt burtur. Tað vísti seg at vera fløskan, sum russararnir høvdu brúkt. Kvinnan doyði nakrar mánaðir eftir at hava verið í sambandi við eiturið, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald