Grønlendska fólkatingskvinnan Aleqa Hammond stillar upp til komandi fólkatingsval. Grønlendski flokkurin Nunatta Qitornai boðaði í frá, at Aleqa Hammond er teirra toppkandidatur til fólkatingsvalið.
Aleqa Hammond hevur havt nógvan mótvind í hesari fólkatingssetuni, tí at Ekstra Baldet avdúkaði, at hon hevði misnýtt sítt kredittkort, sum hon hevði fingið frá Fólkatinginum.
Hammond hevði brúkt kortið til at keypa ymiskt til sín sjálvs fyri 13.000 kr.
Flokkurin, sum Aleqa Hammond umboðaði tá, Siumut, blakaði Hammond úr flokkinum. Hon var eisini blakað úr sosialdemokratiska fólkatingsbólkinum á Christiansborg.
Í 2014 tók hon seg aftur sum landsstýrisformaður í Grønlandi, tá tað varð avdúkað, at hon hevði brúkt 100.000 kr. úr landskassanum til privat endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald