Sera høgravendi amerikanski konspirationsteoretikarin og Alex Jones, sum í skjótt 10 ár hevur skýrt hópdrápið í skúlanum Sandy Hook í USA fyri svik og lygn, er av einum dómstóli í Connecticut dømdur at gjalda foreldrum at teimum 20 myrdu skúlabørnunum nærum 10 mia. kr. í endurgjaldi. Tilsamans 26 fólk lótu lív í hesum einum tí størsta skúladrápinum í amerikanskari søgu.
Øll hesi árini síðani drápini, sum skelkaðu alt USA, hevur Alex Jones, sum er kendur fyri at eggja til hatur og ótta gjøgnum konspiratiónsteoriir, á síni heimasíðu á internetinum, “InfoWars”, forfylgt foreldrunum at dripnu børnunum og skýrt tey fyri at vera leikarar í einum sjónleiki. Hesin varð fyriskipaður av stjórnini og myndugleikum og hevði til endamál at fáa amerikanarar at venda sær ímóti frælsu vápnalóggávuni.
Foreldur og avvarandi hjá teimum 26 offrunum hava øll hesi árini aftur og aftur verið álopin í mongu haturssendingunum á InfoWars. Miðvísa hetzin móti teimum hevur fingið viðhaldsfólk hjá Alex Jones at hótta foreldrini, sum til fánýtis hava roynt at fáa myndugleikarnar at steðga lygnunum og álopunum hjá Alex Jones. Men hetta hevur ikki verið lætt, tí amerikonsk lóg hevur ilt við at loyva avmarkingar av fríari talu. Tí kundi Alex Jones uttan íhald brúka sína útvarpsrás til at varpa sínar sjúkligu konspiratiónsteoriir, soleiðis sum nógvir eygleiðarar skýra tær.
Alex Jones í rættinum, har hann varð húðflettur av sakførarunum hjá grátandi foreldrum.
Loksins eftir nærum 10 ár skuldi tað so kortini eydnast foreldrunum at fáa Jones stevndan fyri rættin. Og eftir drúgva rættargongd fekk Jones fyrst tveir minni dómar fyri so í vikuni at verða dømdur at gjalda fleiri av teimum avvarandi at offrunum nærum 10 mia. kr. fyri at hava eitrað teirra lív við lygnum og áhaldandi haturstalu.
Demokratar so sum Barack Obama hava staðið fyri skotum í nógvum av ógvusligu sendingunum á FinfoWars.
Hóast hetta kann tykjast stór upphædd, so er Jones vorðin dýrandi ríkur við at selja alskyns heiturs- og konspiratiónslutir til vaksandi talið av høgravíðgongdum viðhaldsfólkum serstakliga yngri hvítum monnum. Dómarin gjørdi av, at upphæddin skuldi vera so mikið stór, at hon fór at forða Jones at halda fram við sínum lygnum og hatursálopum á ósek menniskju.
Alex Jones er heldur ikki ein og hvør í amerikanska samfelagnum. Hann hevur frá byrjan lagt seg eftir at eggja til hatur og stríð ímóti teimum ráðandi. Og tað hevur givið honum stóra undirtøku serstakliga millum fólk uttast á høgravonginum. Hann átti eisini m.a. saman við Donald Trump høvuðsábyrgdina av mongu lygnunum um táverandi forsetan Barack Obama og seinni forsetavalevninum hjá demokratunum Hillary Clinton. Tey vórðu m.a. skýrd at hava stovnað terrorfelagsskapin Isis.
Donald Trump og Alex Jones hava hildið nógv av hvørjum øðrum og hava brúkt konspiratiónsteoriir sum amboð at vinna vald og undirtøku.
Hann átti m.a. ein týðandi leiklut í royndunum at fáa Donald Trump valdan og hevur Trump sjálvur skýrt Jones ein heiðursmann, sjálvt eftir at hesin fór undir sína hatursherferð móti offrunum eftir Sandy Hook drápini. Tað hevur víst seg, at Trump í sínum royndum at koma fram í politikki í mongum førum hevur brúkt Alex Jones og hansara konspiratiónsteoriir til tess at vinna sær undirtøku. Høvuðsboðskapurin verður oftani borin fram gjøgnum konspiratiónsteoriir - við aftur og aftur at endurtaka lygnir, sum síðani skulu birta uppundir ótta og hatur.
Tað var Alex Jones, sum eftir álopið á tornini í New York legði ábyrgdina á amerikonsku stjórnina. Eisini tá høgravíðgongdur drápsmaður drap meira enn 160 fólk í Oklahoma skýrdi Jones hendingina sum eitt úrslit av politikkinum hjá stjórnini.
Millum mongu konspiratiónsteoriirnar hjá Alex Jones er hansara páhald um, at táverandi amerikanska stjórnin stóð aftanfyri álopið á tornini í New York.
Ein av høvuðsboðskapunum hjá Alex Jones er gjøgnum sínar mongu konspiratiónsteoriir við lygnum og haturstalu at máa grundarlagið undan teimum, sum hava valdið í Washington, undan almennum stovnum, vinstrahallum, littum, innflytarum og øðrum.
Nógvar bøkur og sjónvarpssendingar eru gjørdar um Alex Jones og hansara virksemi. Niðanfyri eru leinkjur til nakrar teirra:
https://www.pbs.org/wgbh/frontline/documentary/united-states-of-conspiracy/
Keldur: BBC, CNN, MSNBC, Washington Post, New York Times, DR, NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald