Alex Riel, av mongum mettur sum besti trummusláari í Danmark nakrantíð, er deyður, 83 ára gamal.
Tað skrivar danska blaðið BT í dag. Tíðindini stava frá eini dagføring, sum kona Alex Riel, hevur lagt út á Facebook.
Ane Riel skrivar, at Alex andaðist í song síni í Liseleje tíðliga sunnumorgunin.
Alex Riel kom fram í 1960’unum, og var við til at stovna stílskapandi bólkin Savage Rose í 1967, men tað er tó serliga sum jazztónleikari, at Alex Riel síðan hevur gjørt vart við seg.
Sambært BT hevur Alex Riel upptraðkað handan trummurnar heilt upp í ellisár, eitt nú í samstarvi við Sebastian.
Hann hevur eisini spælt trummur saman við stórnøvnum innan jazzin, eitt nú Bill Evans, Niels-Henning Ørsted Pedersen, Ben Webster, Dexter Gordon, Monica Zetterlund og Svend Asmussen.
Sambært konuni kom deyðin ikki óvæntað, tí Alex Riel hevur verið raktur av álvarsligari sjúku hesa seinastu tíðina.
Sum limur í eitt nú Savage Rose hevur Alex Riel vitja í Føroyum fleiri ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald