Uttanlands

Alex Salmond handtikin

Enn óvist hvørjar skuldsetingarnar móti fyrrverandi skotska fyrsta ráðharranum eru

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-01-24 10:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Skotlandi váttar, at fyrrverandi skotski fyrstiráðharrin, 64 ára gamli Alex Salmond er handtikin, og at eitt revsimál móti honum nú er sent ákærumyndugleikanum.

Hetta skrivar BBC í dag.

Enn er óvist hvørjar skuldsetingarnar móti fyrrverandi floksformanninum hjá SNP eru. Løgreglan hevur fyrr kannað mr. Salmond í einum máli um kynsligan ágang, skuldsetingar, sum hann hevur víst aftur.

Alex Salmond var forsætisráðharri ella fyrsti ráðharri í Skotlandi frá 2007 til 2014. Hann skal møta í rættinum seinni í dag, skrivar BBC.

Tað er bert tvær vikur síðan Salmond møtti í rættinum í Edinburgh, og tá máttu skotsku myndugleikarnir viðganga, at hald ikki var í ákærunum, sum hann verður kannaður fyri, skrivar BBC.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder