Uttanlands

Alexander Stubb verður nýggjur forseti í Finnlandi

Hann fekk 51,6 prosent av atkvøðunum, meðan mótstøðumaður hansara, Pekka Haavisto fekk 48,4 prosent

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-12 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. mars verður Alexander Stubb forseti í Finnlandi. Tað er greitt, eftir at allar atkvøðurnar frá forsetavalinum í gjár eru taldar upp.

55 ára gamli Stubb úr konservativa Savningarflokkinum, sum fyrr hevur verið m.a. forsætisráðharri, uttanríkismálaráðharri og fíggjarmálaráðharri, fekk 51,6 prosent av atkvøðunum, meðan mótvalevni hansara, Pekka Haavisto, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri, sum upprunaliga er úr Grøna flokkinum, fekk 48,4 prosent.

Sambært finska miðlinum Yle vóru færri enn 99.000 atkvøður á muni millum tey bæði valevnini, og valluttøkan var 70,7 prosent, skrivar DR.

Longu tíðliga ígjárkvøldið, tá 94 prosent av atkvøðunum vórðu taldar, útnevndi Stubb segsjálvan til vinnara av valinum, og áðrenn tað hevði Pekka Haavisto eisini ásannað, at hann helst fór at tapa.

Stubb vann eisini fyrsta valumfarið 28. januar. Tá fekk hann 27,2 prosent av atkvøðunum, meðan Haavisto fekk 25,8 prosent.

Forsetin í Finnlandi hevur ein formligan leiklut, men hann stendur eisini á odda fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Sitandi forsetin, Sauli Niinistö, ið eins og eftirmaður hansara, umboðar Savningarflokkin, hevur í mars sitið í 12 ár - tvey seksáraskeið á rað, sum er tað longsta, ein kann sita, og stillaði hann tí ikki upp á valinum í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder