Mikudagin 30. mars verður sera virkni og vælkendi toftamaðurin Alfred Olsen 75 ár.
Alfred Olsen sat sum tingmaður fyri Sambandsflokkin frá 1998-2015.
Ikki kann sigast at Alfred hevur ligið á latu síðu síðani hansara politiska lív endaði.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hann er ein eldsál og hevur áræði sum fáur. Hann er altíð í gongd við eina verkætlan og tá tað nærkast endanum, er longu ein nýggjur eldur kveiktur til eina komandi verkætlan.
Hann hevur nógv áhugamál so sum seyð, kór, eldrafelag og er sera virkin í samkomulívinum.
Nýggjasta verkætlanin er at umvæla niðursetuhúsini í Saltnesi frá 1837 og í løtuni verður nógv tíð brúkt har.
75 ára føðingardagurin verður hildin saman við nærmastu familjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald