Forsetin í Algier, Abdelaziz Bouteflika, boðaði ígjár frá, at hann nú leggur frá sær.
Boðini komu umvegis almennu tíðindastovuna í landinum, eftir at herovastin ílandinum hevur sagt, at gamli og sjúkuveiki forsetin er óegnaður til at stjórna landinum, og tí má leggja frá sær.
Bouteflika hevur sitið við valdið í 20 ár. Hann hevur nærum ikki víst seg alment síðan hann fyri fimm árum síðani varð raktur av heilabløðing. Tað vakti tí eisini øsing millum fólkið, tá tað frættist, at hann ætlaði sær at royna at vera sitandi í eitt skeið afturat.
Fleiri hundraðtúsund fólk fóru á gøturnar at mótmæla, og tey hava mótmælt síðan seinast í februar, skrivar dr.dk.
Um vikuskiftið boðaði Ahmed Gaed Salah, generalur, frá, at 82 ára gamli forsetin, ikki longur er egnaður til at stýra landinum.
Boðini í gjár ljóðaðu, at forsetin nú leggur frá sær beinanvegin. Hetta hendi eftir ein langan fund í ovastu hernaðarleiðsluni. Bouteflika segði annars mánadagin, at hann ætlaði at leggja frá sær, tá skeið hansara er runnið 28. apríl.
Enn er óvist, um avgerðin hjá honum fer at elva til meira frælsi og fólkaræði í landinum.
- Eg eri sannførdur um, at valdsmiklu fólkini, ið hava stuðlað Bouteflika – ríkfólk og herurin – nú fara at royna at føra sín egna mann fram, sum kann halda fram við at stýra Algier, sum vanligt, og tað fara mótstøðufólkini neyvan at finna seg í, sigur Michael S. Lund, journalistur í Algier við dr.dk.
Mótmælisfólkini fegnast eftir boðini í gjár (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald