Alheimsins politikarar vilja hjálpa til við endurbyggingini av Notre Dame dómskirkjuni í Paris.
Donald Tusk, forseti í ES, heitir á øll 28 limalondini um at hjálpa Fraklandi við endurbyggingini. Tusk sigur, at hann minnist hvussu 90% av hansara heimbýi, Gdansk í Póllandi, varð oyðilagdur undir øðrum veraldarbardaga, men síðani er bygdur uppaftur. Tí heitir hann á limalondini um at rætta Fraklandi eina hjálpandi hond.
Borgarstjórin í Paris, Anne Hidalgo, hevur boðað frá, at hon fer at hava innsavningar til frama fyri at byggja Notre Dame upp aftur.
UNESCO, sum er felagsskapurin hjá ST fyri útbúgving, mentan, samskifti og vísind, hevur boðað eisini boða frá, at tey eisini fara at stuðla endurbyggingini. Notre Dame hevur staðið á heimsarvalistanum hjá UNESCO síðani 1991.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald