Uttanlands

Alibaba-stovnarin Jack Ma vísir seg ikki

Kinesiski vinnulívsmaðurin hevur ikki verið at sæð síðan oktober

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-01-05 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kinesarin Jack Ma – stovnarin av nethandlinum Alibaba og ein av ríkastu monnunum í Kina – hevur ikki verið at sæð seinastu tveir mánaðirnar.

Jack Ma er eftir øllum at døma horvin. Hetta hevur elvt til nógvar spekulasjónir um, hvat mann vera hent honum. Jack Ma skuldi havt luttikið í eini sjónvarpssending herfyri, men møtti aldrin upp.

The Financial Times skrivaði fríggjadagin, at Ma skuldi havt luttikið sum dómari í seinasta umfari í eini afrikanskari sjónvarpssending um íverkseting. Men tey máttu finna ein annan dómara í hansara stað.

Ma hevur ikki víst seg alment síðan í oktober, tá hann var við á eini ráðstevnu í Shanghai. Her fanst hann at strongu kinesisku lóggávuni fyri vinnufyritøkur. Hetta fall ikki í góða jørð í kinesiska embætisveldinum.

Ma mælti til at broyta gamla slagið av bankum og avoldaðu tankagongdina. Stutt eftir støðgaðu kappingarmyndugleikarnir í Kina eini ætlaðari børsskráseting til 37 milliardir dollarar hjá fíggingarfelagnum Ant Groum hjá Jack Ma.

Jack Ma, sum upprunaliga var lærari í enskum, varð í 2016 kosin ríkasti maður í Asia. Í 1999 stovnaði hann Alibaba saman við 18 øðrum. Felag hansara kom á gjaldsskálan í New York í 2014. Tað var tá heimsins størsta børsskráseting.

Kinesiskir miðlar skriva ikki um Ma og hansara fráveru, og hann verður heldur ikki nevndur á sosialu miðlunum, sum verða sensureraðir av kinesisku myndugleikunum. Men á Twitter, sum er blokkerað í Kina, verður nógv spekulerað um hvat er hent við Ma.

Í Kina er Jack Ma vinnulívsmaður á sama støði sum amerikanararnir Jeff Bezos og Bill Gates, stovnararnir av ávikavist Amazon og Microsoft. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder