Innanlands

Aliøkið á Sandsvág víðkað

Við tillagaða og víðkaða økinum metir Mowi nú, at til ber at fáa betri rakstur í alingina á Sandsvág

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-05-22 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í vikuni tikið av avgerð um tillaging og víðkan av aliøkinum. Hetta við at veita ískoyti til verðandi aliloyvið.

Aliloyvið hjá Mowi á Sandsvág varð útskrivað 29. mai 2017 og er galdandi til 1. apríl 2029.

[object Object](Mynd: Hfs.fo)

P/F Mowi (tá P/F Marine Harvest Faroes) byrjaði á Sandsvág í 2014. Tey fyrstu árini vórðu brúkt til kanningar og royndir á økinum. Tær fyrstu royndirnar vórðu gjørdar við ongum fiski á økinum. Í 2016 varð fiskur fyrstu ferð settur í ein ring.

Vegna stórt felli søkti P/F Mowi um at flyta aliøkið longur inn á vánna.

Fiskur hevur nú gingið á verandi staðseting tvær útsetur. Útsetingarnar hava tó verið smáar.

Við tillagaða og víðkaða økinum metir Mowi nú, at til ber at fáa betri rakstur í alingina á Sandsvág, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder