Rógvi Olavson á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hevur skrivað greinina “Sceptical Trust: Legitimacy Under Non-Coercive Crisis Governance”, sum viðger spurningar um legitimitet, álit og tilmæli í føroysku koronastýringini.
Ein av niðurstøðunum er, at álit er eitt týdningarmikið tilfeingi hjá myndugleikum í eini kreppustøðu, men at álit kortini ikki einsamalt er nóg mikið fyri at varðveita legitimitet í kreppustøðum í longri tíðarskeið, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Kreppur eru í vaksandi mun stýrdar við tilmælum og vegleiðingum heldur enn við formligari lóggávu. Hetta gjørdi seg galdandi í mongum londum undir COVID-19. Spurningurin er tí, hvussu myndugleikar varðveita legitimitet, tá ið undirtøka fyri kreppustýring ikki kann krevjast ella fremjast við formligari lóggávu. Og tá ið fólk heldur ikki kunnu revsast fyri ikki at akta boðum frá myndugleikum.
Greinin viðger spurningin um legitimitet við støði í umfatandi spurnakanning frá 2023, har fólk úr Svøríki, Danmark, Noregi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum svaraðu, hvussu stórt álit tey høvdu á myndugleikum, og hvussu rímilig ymisk COVID-19-átøk vóru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald