Fyrr í ár setti løgmaður, eftir tilmæli frá føroysku limunum í dómaratilnevningarnevndini, eina óhefta nevnd at endurskoða setanarviðurskifti hjá aðalstjórum.
Uppgávan hjá nevndini var at vísa á styrkir og veikleikar í verandi skipan og orða eitt tilmæli um, hvørjar broytingar møguliga kunnu gerast.
Nevndin er komin á mál, og tilmælið er latið løgmanni at taka støðu til.
Í álitinum mælir nevndin til, at hildið verður fast í tænastumannasetan av aðalstjórum innan fyri verandi lógarkarmar og setanartreytir. Tó mælir nevndin til ta grundleggjandi broyting, at allar nýsetanir av aðalstjórum verða áramálssettar setanir og ikki fastar setanir.
Nevndin hevur skipað eina fakliga og luttakandi tilgongd, sum er sett saman av søguligum tilfari, lýsing av støðuni í londunum uttan um okkum og samrøðum við 15 viðkomandi hoyringspartar.
Í nevndini hava sitið Sólja í Ólavsstovu, forkvinna, Eyðfinnur Jacobsen, nevndarlimur, og Kristoffur Laksá, nevndarlimur. Rakul Svabo Róadóttir, fultrúi á Løgmansskrivstovuni, hevur verið skrivari hjá nevndini.
Løgmansskrivstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald