Innanlands

Álitisfólk vilja hava innlit í niðurlegging av deild á Landsverki

Nú hevur vinnumálaráðið fingið innlitsumbøn frá álitisfólki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-07 09:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Álitisfólk vegna Starvsfelagið, Akademikarafelag Føroya, Búskapar- og Løgtfrøðingafelag Føroya og Maskinmeistarafelagið hava biðið um innlit í avgerðina at niðurleggja verkætlanardeildina á Landsverki.

Innlitisumbønin fevnir um skjøl sum eru partur av ella hava havt týdning fyri fyrireiking, ráðgeving ella avgerð í málinum frá 1. januar 2025 og til dags dato.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, boðaði í síðstu viku frá, at verkætlanardeildin hjá Landverki skuldi niðurleggjast skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. januar 2027.

Byggiverkætlanir skulu framyvir verða lagdar til aðalráðini, sum varða av játtanini á fíggjarlógini. Hetta fyri at greiða ábyrgdarbýti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder