Innanlands

Alivinnan ynskir bann móti springaradrápi

Hevur sent áheitan til løgmann um bann, tí avleiðingarnar av drápinum á Skálafirði hava verið ógvuslig

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-09 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havbúnaðarfelagið kallar tað delfinir, onnur kalla tað springarar. Í øllum førum hevur felagið hjá føroysku alivinnuni nú sent eina beinleiðis áheitan á løgmann um at bera so í bandi, at springaradráp verða bannað.

Í skrivinum til løgmann sigur felagið, at springaradrápið í Skálafirði 12 september í fjør hevur havt ógvusliga og víðfevnda ávirkan á alivinnuna, bæði tá tað kemur til umdømi og sølu.

- Ávirkanin frá framhaldandi delfindrápum kann næstan ikki yvirmetast. Fleiri stórar handilsketur hava sagt, at tey meta framhaldandi dráp vera størstu hóttanina móti føroyskum útflutningi yvirhøvur. Føroyska alivinnan er sera stúrin um avleiðingarnar, um eitt delfindráp afturat skuldi verið framt í Føroyum, stendur millum annað í skrivinum.

Havbúnaðarfelagið heldur fram:

- Eingi útlit eru til, at henda støðan fer at broytast, heldur tvørturímóti. Fólk kring heimin eru vorðin sera tilvitað um burðardygd og djóravælferð, serliga yngri fólk. Harumframt hava delfinir eina serliga støðu í tilvitskuni hjá fólki.

- Hetta hevur við sær, at handlar og handilsketur í alsamt minni mun vilja taka tann váðan uppá seg, at gerast partur av einari herferð móti føroyskum fiskavørum.

- Vit liva í dag í einum framkomnum vælferðarsamfelagi, har okkara útflutningur er fundamentið undir okkara vælferð, og alivinnan stendur fyri einari helvt av samlaða vøruútflutninginum í Føroyum. Um man vil tað ella ikki, so má politiska skipanin fyrihalda seg til henda veruleika, og taka tað í álvara, hvat fólk, sum skulu eta okkara fiskavørur, halda um tað, sum fyriferst í Føroyum.

- Í hesum sambandi skal Havbúnaðarfelagið vísa á, at dráp av stórum bólkum av delfinum ikki er siðvenja ella føroysk mentan. Flestu pláss í Føroyum hava onga siðvenju fyri beinleiðis veiðu av delfinum, og tí er hetta málið einans ein spurningur um, hvat er best fyri føroyska samfelagið at gera. Og her er eingin ivi um, at vansarnir eru munandi størri enn teir fyrimunir, sum onkur sær í at halda fram við delfindrápum.

- Havbúnaðarfelagið fer tí at mæla politiska myndugleikanum til at banna beinleiðis delfindrápum í Føroyum, áðrenn eitt nýtt delfindráp verður framt, sum kann fáa uppaftur meira víðfevndar og drúgvari avleiðingar, enn hendingarnar 12. september høvdu og framvegis hava.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder