Mentan

Allan Samuelsen við á nýggjum videolagi hjá Brad Paisley

Er við til at heiðra korona-hetjunum í vælumtóktum drykkjusangi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-31 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Allan Samuelsen er af fleiri í Føroyum kendur sum ein stórur countryfjeppari. Hann hevur gjøgnum tíðina upparbeitt sær eitt stórt kontaktnetverk í countryhøvuðsborgini Nashville í Tennessee, og hevur í Føroyum eisini staðið sum fyriskipari av fleiri konsertum og dansitiltøkum, og nú sum fyriskipari av countryfestivalinum í Sørvági.

Men countryfjepparin kann nú eisini breggja sær av at vera við í eini video hjá sjálvasta Brad Paisley, har eisini fleiri aðrar countrystjørnur, eitt nú Carrie Underwood, Tim McGraw og Darius Rucker  geva sítt íkast.

Brad Paisley er ein av teimum heilt stóru stjørnunum í Nashville, bæði sum sangskrivari, sangari og ikki minst sum gittarsnillingur við serligum gávum.

Herfyri sendi Brad Paisley eitt nýtt staklag á marknaðin. Sangurin eitur ”No I in Beer”. Talan er um ein drykkjusang, sum ikki er so óvanligt í hesum umhvørvinum, og boðskapurin er á onkran hátt at vísa á, at øl ikki skal drekkast í einsemi.

Nú hevur Brad Paisley so gjørt eina video til sangin, sum verður knýttur at koronastøðuni og heiðrar tey, sum gera ein serligan innsats fyri at hjálpa til í truplu støðuni.

Og Brad Paisley hevur valt, so at siga, at inndraga allan heimin í hesa video. Og hetta ger hann við hjálp av forritinum Zoom, sum hevur verið nógv brúkt undir koronastongslinum. Og millum teir nógvu fjeppararnar, sum eru slopnir við, er Allan Samuelsen úr Føroyum.

Allan sæst fyrst í videobrotinum, júst har sangurin byrjar. Upptøkurnar av Allani eru tiknar á gamla Leirvíksvegnum við Djúpunum sum vakurt baksýni.

Allan greiðir soleiðis frá:

- Eg bleiv kontaktaður úr Nashville, um eg hevði hug at vera við. Og so hendi tað bara. Skuldi skriva undir kontrakt og tað heila.

- Mánakvøldið fyri ólavsøku vóru vit nøkur frá videoini, sum vóru á ”Zoom”-chat, har Brad Paisley tosaði við okkum. Hann spurdi inn til Føroyar og ymist annað. Segði, at ’chattið’ fór at koma út á Facebook-síðuna hjá honum seinni.

Tað eru fleiri mánaðir síðani, at samstarvið millum Brad Paisley og Allan Samuelsen tók seg upp. Tí í eini konsert, sum Brad Paisley varpaði út undir koronatíðini í vár, er Allan Samuelsen eisini við.

Talan er um eina konsert, sum Brad Paisley hevði saman við Lady Antebellum áðrenn hesin bólkurin skifti navn til Lady A. Leinki til konsertina er herundir.

Móti endanum av konsertini (Far sirka 1 tíma og 55 minuttir inn) kemur sangurin ”No I in Beer”, og um ein hyggur væl eftir myndunum á bakteppunum, kemur Allan fram fleiri ferðir, bæði øldrekkandi og í klæðunum hjá sjúkraflutningstænastuni, ið hann starvast hjá til dagligt.

Tey hildu tað vera hóskandi, greiðir Allan Samuelsen frá, tí í tekstinum syngur Brad Paisley júst um ”first responder” – tey, sum eru tey fyrstu í heilsuverkinum at taka sær av teimum sjúku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder