Innanlands

Allar avmarkingar skulu úr gildi

Gongst sum væntað og er einki trýst á sjúkrahúsverkinum, so verður hetta gjørt, tá februar mánaði er av. Hetta hevur Bárður á Steig Nielsen júst kunngjørt. Harvið verður korona helst so gott sum bólkað sum eitt vanligt krím i samfelagnum um áleið fimm vikur

Stigvíst verður samfelagið gjørt so opið sum gjørligt. 1. feburar, 15. februar og 28. februar eru lykladagføroingar, og vit hava møguliga havt okkara seinasta koronuavmarkingar og koronutíðindafund (Mynd: Sverri Egholm)

Stigvíst verður samfelagið gjørt so opið sum gjørligt. 1. feburar, 15. februar og 28. februar eru lykladagføroingar, og vit hava møguliga havt okkara seinasta koronuavmarkingar og koronutíðindafund (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-21 10:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

28. februar. Tað kann gerast ein heilt serlig dagfesting í Føroyum, tí um tað gongst sum væntað og ætlað, so verða allar avmarkingar avtiknar tá, og smittutøl, sóttarhald, tilmæli um hvussu nógv kunnu savnast o.s.fr verða ikki partur av gerandisdegnum - korona verður handfarin áleið sum beinkrím.

Hetta er um 38 dagar. Løgmaður gjørdi greitt, at hetta verður sagt og gjørt við fyrivarni, tí um eitt nýtt og verri frábrigdi kemur, ella trýst kemur á sjúkrahúsverki, so er ein nýggj støða.

Talan verður eina minking í "koronuvirkseminum" fram til tað. Tað byrjar við einari linking í talinum av fólki, ið kann savnast. Ikki tað - tað eitur framvegis 100 fólk, men um umstøðrunar loyva tí, so kunnu fleiri - í samráð við koronuráðgevingina. Hetta er fyri at kirkju- og samkomulív, mentanarlív og ítróttarlív lættari kunnu hava tiltøk í størri hølum. Náttarlívið skal tó helst ikki byrja aftur fyrrenn um ellivu dagar.

Ikki ov nógv skulu verða smittað í senn, segði Bárður á Steig Nielsen, og toppurin fer helst at verða raktur innanfyri næstu tvær vikurnar.

Frá 1. februar eru hesi trý høvuðspunktini galdandi: 

- Náttarlív og matstovur kunnu hava opið sum vanligt
- Ein skal ikki í sóttarhald, hóast samband hevur verið í tøttum sambandi við ein persón, sum er smittaður - um ein hevur í minsta lagi tvær koppsetingar (tó verður viðkomandi biðin um at vera ansin)
- Bert fólk við sjúkueyðkennum, og tey sum hava positiva skundkanning skullu nýta PCR kanning sum amboð 

15. feburar verða sóttarhaldsreglurnar linkaðar uppaftur meira - bert tann smittaði fer í sóttarhald.

Tvær vikur seinni, 28. februar, skulu øll tilmæli eftir ætlan úr gildi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder