– Við støði í fráboðan Løgmans á tíðindafundi í Kringvarpinum verða átøkini, ið fólkakirkjan áður hevur sett í verk vegna COVID-19, longd til 13. apríl, ið er annar páskadagur, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Les eisini: Løgmaður leingir tiltøkini til annan páskadag
Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini, nú koronasmittan ger um seg í øllum heiminum, og teir hava lurtað eftir tilmælinum frá landsins myndugleikum, og tí varð hendan avgerðin tikin.
Hetta merkir, at allar gudstænastur í teimum føroysku kirkjunum verða avlýstar. Fyrst í viku 16 verður avgerðin endurskoðað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald