Mentan

Allar útlendsku stjørnurnar komnar til landið

Voxbotn hátíðarheldur í kvøld at konsertdagurin verður hildin fyri tíggjundu ferð

Robin Schulz (Mynd: Voxbotn)

Robin Schulz (Mynd: Voxbotn)

2021-08-21 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Allar teir útlendsku stjørnurnar sum fara at framføra á Okkara Voxbotn 2021 eru nú komnar til landið, og tær gleða seg at framføra á okkara Voxbotn 2021.

Voxbotn 2020 var stúgvandi fúlt í gjár, og bæði áhoyrarar og tónleikarar høvdu eitt fantastiskt kvøld.

Okkara Voxbotn hátíðarheldur í kvøld Voxbotn nr. 10, so tað er lagt upp til ein serstakan dag, har stór nøvn eru á skránni.

Marius DC byrjar 10 ára veitsluna klokkan 19 og síðani verður tónleikur út í eitt til tann ljósa morgun.  

At framføra fara Marius DC, Kim Hansen, Janus Wiberg, Burhan G, Christopher, Hanne Boel, Danny og Ingi, Robin Schulz, Eyðun & Terji og Páll Finnur Páll.

Í bryggjutjaldinum verður dansur við Sunrise.  Til børnini er spæliland og Bubu og Trøllaomman koma vitja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder