Allir vinnararnir av virðislønunum hjá Norðurlandinum í ár koma úr Noregi. Hetta er ikki hent fyrr.
Og fyri fyrstu ferð í 35 ár fer bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins til eitt verk skrivað á samiskum.
Elsta og helst tignarligasta virðislønin hjá Norðurlandaráðnum fer til verkið “Láŋtdievvá / Planterhaug” eftir Sigbjørn Skåden, sum kom út á samiskum og norskum samstundis, og sum varð innstillað av bæði norsku dómsnevndini og dómsnevndini fyri samiska máløkið.
Virðislønin fyri barna- og ungdómsbókmentir fer til ungdómsskaldsøguna”Du eneste – historien om Gunvor Hofmo og Ruth Maier” eftir Hilde Hagerup. Talan er um eina syrgiliga kærleikssøgu úr Noregi undir øðrum heimsbardaga, bygd á veruligar persónar og hendingar.
Filmsvirðislønin fer til filmin “Sentimental Value (Affeksjonsverdi)”, sum longu hevur vunnið fleiri virðislønir. Leikstjóri er Joachim Trier, sum eisini hevur skriva leikritið saman við Eskil Vogt.
Tónleikavirðislønin fer til verkið “Elja” hjá Kristine Tjøgersen og Benedicte Maurseth, eitt verk fyri strúkikvintett, og sum verður framført at serligu norsku Hardanger-fiólum.
Umhvørvisvirðislønin fer til norska barna- og ungdómsfelagsskapin ‘Miljøagentene’, sum setur túsundtals norskum ungum inn í umhvørvis- og veðurlagsspurningar í barnahædd.
Dómsnevndirnar fyri tær ymsu virðislønirnar arbeiða hvør sær, og tað er heilt tilvildarligt, at allar virðislønirnar fara til Noregs í ár.
Virðislønirnar verða handaðar í sambandi við 78. ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Helsingfors í Finnlandi í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald