Innanlands

Allir samgonguflokkarnir ganga aftur

Javnaðarflokkurin gongur 7,3 prosentstig aftur í mun til valið seinast. Tjóðveldi og Framsókn ganga eisini aftur

Samgonguleiðararnir Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samgonguleiðararnir Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-10 12:25 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 19,3 prosent í nýggju veljarakanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin.

Hetta er eitt sindur frægari enn við seinastu kanning, men framvegis heili 7,3 prosentstig verri enn til løgtingsvalið í november 2022.

Javnaðarflokkurin stendur sostatt nú til at ganga aftur í tingsessatali, úr 9 niður í 7 tingsessir.

[object Object]

Tjóðveldi hevur eisini eina lítla framgongd í mun til seinastu kanning, men við 15,9 prosentum, er framvegis talan um eina afturgongd í mun til valið, hesafer á 1,8 prosentstig. Kanningin gevur Tjóðveldi fimm tingsessir.

Triðji samgonguflokkur stendur eisini til eina afturgongd. Framsókn fær 5,9 prosent av atkvøðunum, 1,6 prosentstig færri enn á løgtingsvalinum, og missir tann triðja sessin, so flokkurin aftur fær tvey umboð, eins og Miðflokkurin.

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder