
Tað var rættiliga lætt hjá dómsnevndini at taka støðuna um at leggja komandi tjóðleikhúsið við Bursatanga í Havn.
Tí øll tey fimm innbodnu arkitektasamtøkini mæltu til at brúka hetta økið til komandi tjóðleikhúsið.
Feløgini ella samtøkini, sum vóru boðin at senda inn uppskot inn eru Kontrast, MAP Arkitaktar, Henning Larsen NS, SNA Selmar Nielsen Arkitektar/White Arkitekar og Zeta architects/Brim Arkitektar.
Her á økinum kemur komandi tjóðleikhús at liggja (Mynd: Sverri Egholm)
Full semja um Bursatanga
Allir arkitektarnir høvdu uppskot um at leggja tjóðleikhúsið við Bursatanga. Onkur eitt sindur frá við núverandi farstøðina, onkur heilt inn at beninum undir Skansabrekkuni og onkur eitt sindur longur út á sjógv.
Hartil kom eisini eitt uppskot um at leggja tjóðleikhúsið á Skálatrøð og eitt um at leggja tað við Boðanes.
Boðanes varð sáldað frá, tí tað verður mett at vera ov langt frá miðbýnum, og Skálatrøð varð sáldað frá, tí mett var, at hetta vildi havt ov stórar avleiðingar fyri býin, upplýsti Ólavur Jøkladal, formaður í dómsnevndini á tíðindafundi í dag, og kundi harvið staðfestast, at tað var full semja – konsensus – um Bursatanga.
Í dómsnevndini hava sitið Ólavur Jøkladal, formaður, umboðandi leiklistaráðið, Bjarni Wilhelm formaður í bygginevndini fyri tjóðleikhúsið, Poul Geert Hansen, umboðandi Uttanríkis- og mentamálaráðið, Jenny C. Petersen, umboðandi Tjóðpallin, Jóan Petur Hentze, umboðandi Tórshavnar kommunu, Birita Wardum, býararkitektur, Bárður í Baiansstovu, arkitektur hjá Landsverki og so tveir útlendskir fakdómarar, tilnevndir av Arkitektafelag Føroya, Ellen Braae úr Danmark og Thale Bjørnerheim úr Noregi.
Portalur til miðbýin
Dómsnevndin sigur millum annað soleiðis um avgerðina at velja Bursatanga sum staðseting:
- Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.
- Samstundis kann staðsetingin tillagast í mun til bryggjukantin og landslagsrúmið um Eystaru vág, soleiðis at bygningurin ikki ger seg inn á útsýnið út á havnarøkið ella á Tinganes.
- Henda staðsetingin letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum verða skapað har.
- Atkoma fyri koyrandi kann verða eftir Havnargøtu, sum bindur miðbýin til teir størru ferðsluvegirnar í býnum og til ringvegin yviri við Strond.
- Ein staðseting við Bursatanga kann verða fyrsta stigið í eini býarmenning á Eystaru bryggju.
Virksemið á havnini flytir í summar
Við avgerðini um staðsetingina, er uppgávan nú latin Tórshavnar kommunu at gera tær neyðugu broytingarnar í byggisamtyktunum fyri økið, sum skulu til, áðrenn sjálv arkitektakappingin um hvussu tjóðleikhúsið skal síggja út, kann bjóðast út.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði á tíðindafundinum, at eftir at tað er eydnast kommununi at skapa meira lív í økinum undir Bryggjubakka og við Vágsbotn, hava tey saknað meira lív við Kongabrúnna og Eystaru vág.
Tað er tí hansara vón, at staðsetingin av einum tjóðleikhúsi við Bursatanga kann vera við til at fáa lív í hendan partin av býarnæra havnarøkinum eisini.
Borgarstjórin upplýsti, at seinni í ár verður nógv meira pláss á kaiøkinum við Eystaru bryggju, tí í august mánaða verður farið undir at flyta virksemi, sum flutningsfyritøkurnar hava á økinum innan fyri havnarskrivstovuna út á nýggja havnarøkið við Skansabryggjuna.
-
Heðin Mortensen og Jenis av Rana (Myns: Jens Kr. Vang)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
-
-
-
-
-
Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki (Mynd: Jens Kr. Vang)
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald