Innanlands

Allir bussar og allar ferjur fylgja helst ferðaætlanini í morgin

Men longu hósdagin er aftur møguleiki fyri broytingum, orsakað av vindi. Ivasamt er, um nøkur koyring verður á Bygdaleiðum í dag, 4. januar, boðar SSL frá

- Eftir trimum døgum við nógvum avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum kann væntast, at ferðslan er komin aftur í rættlag mikudagin 5. januar, tá allir bussar og allar ferjur koyra og sigla smbr. ferðaætlan (Mynd: Sverri Egholm)

- Eftir trimum døgum við nógvum avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum kann væntast, at ferðslan er komin aftur í rættlag mikudagin 5. januar, tá allir bussar og allar ferjur koyra og sigla smbr. ferðaætlan (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-04 16:11 Author image
Agnar Prestá

Samferðslan hevur verið nógv tarnað í gjár og í dag orsakað av ringa veðrinum - kavanum og nógva vindinum. Strandferðslan hevur avlýst nógvar túrar á bæði Bygda- og Oyggjaleiðum, og hóast flestu skipini sigla aftur nú, men allir bussarnir standa, og soleiðis verður helst restin av degnum.

- Hvat viðvíkir Bygdaleiðum er støðan ein onnur; tað er framvegis nógvur vindur og hálka um landið alt, og tí er ivasamt, um nøkur koyring verður á Bygdaleiðum í dag. 

Soleiðis skrivar Strandferðslan í skrivi á heimasíðu sínari seinnapartin, har tað verður gjørt greitt, at gongd er komin á ferðsluna aftur, at allir bussar og allar ferjur væntast at koyra og sigla sambært ferðaætlanini í morgin, men at støðan viðvíkjandi hósdegnum er heldur óvis, orsakað av veðurforsøgnini.


Les alt skrivið frá SSL her:


Nú er so spakuliga komin ferð á ferðsluna á oyggjaleiðum; tær flestu ferjurnar, ið ikki longu er farnir í sigling, fara í sigling innan skamma stund, tó verður framvegis ongin sigling á leið 58 og leið 66 í dag. 

Hvat viðvíkir Bygdaleiðum er støðan ein onnur; tað er framvegis nógvur vindur og hálka um landið alt, og tí er ivasamt, um nøkur koyring verður á Bygdaleiðum í dag. 

Eftir trimum døgum við nógvum avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum kann væntast, at ferðslan er komin aftur í rættlag mikudagin 5. januar, tá allir bussar og allar ferjur koyra og sigla smbr. ferðaætlan. 

Longu hósdagin 6. januar, boðar veðurforsøgnin frá fitt av vindi aftur, og tá er møguleiki fyri broytingum í samferðsluni aftur. Meiri um hetta í morgin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald