
Hóast skúli varð bygdur til endamálið í 2016, so verða framvegis allir kokkalærlingar sendir til Danmarkar at ganga í skúla.
Útbúgvingarmøguleikarnir innan matgerð, sum í løtuni er á Tekniska skúla í Klaksvík, fevnir bert um hesar útbúgvingarnar: gastronomhjálpari, gastronomur, føðsluhjálpari og føðsluatstøðari.
Tey, sum læra til kokk á matstovunum verða send til Danmarkar.
Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður við kenslumálum í svari til Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Eyðgunn, sum sjálv starvast á Tekniska skúla í Klaksvík, setti landsstýrismanninum nakrar spurningar í sambandi við, at vantandi kokkaútbúgving í Føroyum varð umrødd í Blaðnum Vikuskifti herfyri.
Les eisini: Matstovuvinnan eftirlýsir kokkaútbúgving
Upp á fyrispurningin um hvussu nógvir føroyskir kokkalærlingar verða sendir til Danmarkar, svarar Jenis av Rana, at tað eru allir, hóast møguleiki er at taka fyrsta og annað skúlaskeið í Klaksvík.
10 lærusáttmálar vóru undirskrivaðir í 2020, og hetta samsvarar við miðaltalið av lærusáttmálum á økinum seinastu 10 árini. Flest lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir í 2014 og 2018, tá 15 lærusáttmálar vórðu undirskrivaðir, upplýsir landsstýrismaðurin.
Um landsstýrismaðurin ætlar at uppstiga verandi kommaútbúgving, svarar Jenis av Rana:
- Tá nýggju hølini vóru bygt og innrættað til matvøruútbúgvingina í 2016, var endamálið, at skúlagongdin í sambandi við matvøruútbúgvingarnar, gastronom/kokk og kost-&føðslu, skuldu kunna takast í Føroyum. 1. og 2. skúlaskeið, og útbúgvingarnar gastronomhjálpari og føðsluhjálpari hava verið á skúlanum síðan. Karmarnir eru sostatt til staðar, og kostnaðurin av at bjóða fleiri skúlaskeið er avmarkaður til fleiri undirvísingartímar og tilfar.
Hevur ikki verið grundarlag
- Nøktandi lærlingagrundarlag hevur tó ikki verið fyri fleiri skúlaskeiðum. Við vaksandi matstovuvirksemi og áhuga fyri mati og matmentan sum heild í Føroyum, er møguligt, at grundarlag verður fyri fleiri skúlaskeiðum í framtíðini. Harumframt hevur Yrksidepilin nú tikið stig til at fara undir at lýsa, hvørjar avbjóðingar vinnan heldur eru við verandi útbúgving, og um møguligar tillagingar skulu gerast.
- Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi útbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, soleiðis at til ber at taka alla útbúgvingina í Føroyum, er hetta nakað eg vil viðgera við vælvild.
- Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at uppstiga verandi kokkaútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, verður støða tikin til eina møguliga hækkan av játtanini í sambandi við viðgerð av komandi fíggjarlóg, sigur Jenis av Rana í svarinum.
Eyðgunn Samuelsen spurdi eisini um kostnaðin av at senda hesar lærlingar til Danmarkar.
Jenis av Rana upplýsir, at um øll fýra skeiðini verða tikin í Danmark, er kostnaðurin av ferðaendurgjaldinum tilsamans 10.400 krónur fyri hvønn lærling – 2.600 krónur fyri hvørt skúlaskeið.
Lønarendurgjald verður eisini givið, men tað er tað sama, um frálæran fer fram í donskum ella føroyskum skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald