Innanlands

Allir partar hava vrakað semingsuppskotið

Roynt verður at bjarga støðuni, áðrenn partarnir fara hvør til sítt í dag, og semingsmaðurin er bjartskygdur

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-25 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið kom semingsmaðurin við einum semingsuppskoti í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, og á middegi var freistin at svara.

Í útvarpstíðindunum um middagsleitið segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, at allir partar høvdu vrakað semingsuppskotið.

Semingsmaðurin segði tó eisini, at tey fóru at royna at bjarga støðuni í dag, áðrenn partarnir fara hvør til sítt aftur.

Terje Sigurðsson segði seg eisini vera bjartskygdan um, at tað bar til at bjarga støðuni.

Útvarpsinnslagið kann hoyrast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder