2021-06-03 14:00

13 persónar vóru inni í Sandoyartunlinum, tá eldur kom í fyrrapartin, og nú eru allir persónarnar bjargaðir úr tunlinum, upplýsir løgreglan.
Øll hava tað eftir umstøðunum gott, og verða tey flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, skrivar løgreglan í fráboðan.
Klokkan 14.10 varð boðað frá, at tað aftur var møguligt at koyra til og frá Gomlurætt.
Dagførd kl. 15.07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald