Uttanlands

Allur roykti laksurin stolin

Norðfrá Danmark hevur havt tjóvar á vitjan

2019-04-17 15:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

 - Í dag verða nógv vónbrotin av okkum. Og tað er ikki við okkara góða vilja.

Soleiði skrivar Norðfrá Danmark á Facebook. Orsøkin til at fleiri verða vónbrotin er, at tjóvar hava verið á goymsluni hjá Norðfrá Danmark og hava stolið allan tann roykta laksin.

- Og tað sum verri er: teir hava stolið páskafrokostlaksin hjá kundnunum, umframt hart tiltrongdu frídagarnar hjá teimum, sum roykja laksin.

Eisini verður undrani spurt, hvussu nakar kann finna uppá at stjala kaldroyktan laks og hvat hesi skulu brúka so nógvan laks til.

Norðfrá Danmark skrivar, at teirra fólk arbeiða so skjótt tey megna at kaldroykja nýggjar laksasíður, og at leygardagin verður laksurin koyrdur út á Sælandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder