Mentan

Hava játtað stuðul til seks leiklistaverkætlanir

Talan er um samanlagt 650.000 krónur. Størsti parturin fer til Dansivirkið Riva fyri verkætlanina "Kanska ein bygd", upplýsir Almanna- og mentamálaráðið. Tilsamans vóru níggju umsóknir

Samansett mynd frá MINNISBROT eftir dansivirkinum RIVA. Duettirnar “tveyeini” eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og “Minni: neglir klóra rygg” eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Samansett mynd frá MINNISBROT eftir dansivirkinum RIVA. Duettirnar “tveyeini” eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og “Minni: neglir klóra rygg” eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2024-03-26 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at veita seks verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2024.

Hesum boðar Almanna- og mentamálaráðið frá á heimasíðu sínari í dag.

Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Tvær leiklistaverkætlanir fingu 150.000 krónur ella meira. Yvirlit sæst her:

Navn á umsøkjarum

Verkætlan

Játtan

Dansivirkið Riva

Kanska ein bygd

190.000

Trín fram

Løstir - ein nýskrivaður leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið

150.000

Det Ferösche Compagnie

Trælurin

80.000

Opera.fo

Papageno

70.000

Gunnvá Zachariasen

Upphav

90.000

Leikhús Skift

Lortið út um Havnina

70.000

 

íalt

650.000


Tilsamans vóru níggju umsóknir, og søkt varð um 1,7 milliónir krónur.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist, upplýsir ammr.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder