Í september kom løgtingslógin um leigustuðul í gildi, og higartil hevur Almannaverkið fingið nærum 500 umsóknir um leigustuðul.
Hvussu stórt fyrsta útgjaldið verður er ikki greitt, tí allar umsóknirnar eru ikki viðgjørdar enn, sigur Almannaverkið sambært Kringvarpinum.
Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni - uttan aðrar útreiðslur - sum ásett í leigusáttmálanum, men í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin.
Fyri húski við einum persóni yvir 18 ár lækkar leigustuðulin við 5 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 350.000 krónur.
Fyri húski við tveimum ella fleiri persónum yvir 18 ár lækkar leigustuðulin við 5 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 500.000 krónur.
Verður leigustuðulin lægri enn 300 krónur, fellur stuðulin burtur.
Lógin um leigustuðul, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum legði fyri tingið varð samtykt við 28 atkvøðum 28. mai, og 1. september kom lógin í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald