Mentan

Almenn flaggdagshald í Edinburgh og Reykjavík

Sendistovurnar skipa fyri og fáa vitjan av landsstýrisfólkum

2024-04-11 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru tvær vikur til flaggdagin og í hesum sambandi boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá, at skipað verður fyri tveimum flaggdagshaldum uttan fyri landoddarnar.

Sendistovan í Londum skipar fyri flaggdagshaldi, sum í ár verður hildið í Edinburgh í Skotlandi.

Móttøkan verður hildin í Edinburgh City Chambers á Royal Mile, Høgni Hoydal, landsstýrismaður fer at halda røðu, og Leif Sørensen fer at borðreiða við føroyskum ábiti.

Eisini fer viðurkendi føroyski trombonspælarin, Dávur Juul Magnussen, at framføra saman við Glasgow University Chapel Choir.

Addressan er 253 High Street. Dyrnar lata upp kl. 18. Tiltakið er alment, men neyðugt er at melda seg til á hesum leinki: https://www.eventbrite.com/e/faroese-flag-day-reception-tickets-863766116707 Freistin at melda seg er 15. apríl.

Sendistovan í Reykjavík skipar fyri hátíðarhaldi millum klokkan 16 og 18 á listasavninum Kjarvalsstaðir Flókagata 24 í Reykjavík. Landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, heldur røðu, og føroyska tónlistakvinnan Døgg Nónsgjógv, framførir við egnum løgum. Føroyskt ábit verður at fáa. Tiltakið er alment, men neyðugt er at melda seg til á [email protected]. Freistin at melda seg er 18. apríl.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder