Innanlands

Almenn móttøka á Húsum í morgin

Hetta er í sambandi við fyrsti dagstovnurin á Kalsoynni verður tikin í nýtslu. Móttøkan byrjar klokkan 17.45 í morgin, 15. februar

- Barnatalið á Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 á í oynni. Tvey børn eru fødd í ár, og tí hevur kommunan í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð í oynni (Mynd: klaksvik.fo)

- Barnatalið á Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 á í oynni. Tvey børn eru fødd í ár, og tí hevur kommunan í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð í oynni (Mynd: klaksvik.fo)

2024-02-14 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastuni hevur tað verið arbeitt av øllum alvi fyri at fáa nýggja dagstovnin á Húsum til reiðar. Hann kemur sum úrslit av vaksandi barnatalinum á oynni.

- Barnatalið á Kalsoynni stendur í vøkstri, og í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 á í oynni. Tvey børn eru fødd í ár, og tí hevur kommunan í eina tíð arbeitt við einari loysn, soleiðis at øll børnini kunnu fáa ein tilboð í oynni.

Klaksvíkar kommuna valdi, at bygdarhúsið á Húsum skal hýsa nýggja dagstovnatilboðnum. Arbeitt hevur verið við at umvælt endamálið. Hølini verða innrættaði soleiðis, at bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og samstundis nýtast til annað virksemi hjá bygdafelagnum.

- Øll miðhæddin í húsinum verður høvuðsumvæld. Trappurnar eru fluttar, kaminan er flutt, gólvhiti lagdur og er ein lítil køkur settur upp. Tað er bygdafelagið, sum stendur fyri umvælingini og kommunan leigar síðan hølini, skrivði Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari fyri jól.

Í samband við at fyrsti dagstovnurin á Kalsoynni verður tikin í nýtslu verður bjóðað til almenna móttøku í morgin, 15. februar, frá klokkan 17.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder